Jógvan Mørkøre hevur rætt í tí, at fullveldisorðaskiftið er farið av kós - ikki minst tí, at samgonguflokkarnir hava fingið allar serfrøðingarnar at argumentera fyri júst fullveldisætlanini hjá landsstýrinum.
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava ongan lívsins kjans at koma við einum eins væl kvalifiseraðum útkasti. Men hetta merkir als ikki, at hugskot teirra ikki eru nóg góð. Tað merkir bara, at samgongan situr við taktiska trumfinum - og myndugleikanum.
Alt tosið og gruggið - og allar illneitarnirnar, ið serliga tjóðveldisfólk hava grýtt eftir andstøðufólki, hevur givið kjakinum eitt álvarsligt skot fyri bógvin - og hevur einans verið við til at leggja sjógv millum samgongu og andstøðu í ríkisrættarliga spurninginum. Einasta, ið fáast kann burtur úr hesum er, at vit fáa somu tápuligu støðu, sum í 1946. Eitt samfelag - gyrt í brøkur av innanhýsis klandri!
Løgið kortini, at eingin hevur nevnd henda møguleika - at andstøðan eisini kundi skrivað eina hvítbók. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur tosað so nógv um eina fólkaræðisliga tilgongd - men tá komið er til skarpskeringar, so hevur hann slongt út, at andstøðan bara er komin við ósannindum og lygnum.
Landsstýrismaðurin hevur tosað so nógv um Hvítubók sum ein amboðskassa, og hevur hann við hesum sipað til, at allir flokkar kunnu taka til sín tað, ið teir halda vera skilagott. Undir hesum liggur kanska ein duld tilætlan um, at bókin ikki er merkt av fullveldisætlanunum hjá landsstýrinum - hóast arbeiðssetningurin júst var fullveldi og ikki tað, sum Javnaðarflokkurin ella Sambandsflokkurin hava ætlað.
At andstøðan ger vart við hetta er væl skiljandi - serliga havandi í huga kjakið seinastu vikurnar.
Tað er gott, at fólkið kann velja. Men best hevði verið, um fólkið hevði fleiri møguleikar í at velja.
Tí er tað eitt sera áhugavert sjónarmið hjá Jógvani Mørkøre: ? Ein hvítbók hjá andstøðuni at viga upp í móti við?









