Hvat er tað besta við at vera parkeringsvørður?
At vera parkeringsvørður er gott, tú fær nógva fríska luft og gongur úti millum fólk. Tað er frálíkt.
Fært ú nakrantíð keðiligar reaktiónir frá fólki?
Tað kann vera onkur, sum fýsur eitt sindur, men nei, ikki longur.
Er gott skil á parkeringini í Havn?
Vanligar dagar er gott skil á, men tá á stendur er ikki altíð líka gott. Tá blaka fólk bara bilarnar frá sær.
Dugir tú at gera mat?
Okkurt dugi eg at gera, annars stendur konan fyri tí.
Hvat er tín lívrættur?
Ræst kjøt og súpan.
Lesur tú nógv?
Nei, ógvuliga lítið.
Hvat er besti ítróttuin at hyggja eftir?
Fótbóltur. Fótbólti og hondbólti hyggi eg nógv eftir.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Nei, tað geri eg ikki. Tað, sum eg ferðaðist í egnum landi, var við fótbóltinum, men tað er lítið longur.
Hvussu heldur tú teg í form?
Tað er gjøgnum arbeiðið. Eg gangi runt í býnum, og so slái eg grasplenu, og á tann hátt haldi eg meg í form.
Býráðið umhugsar at seta gjaldsparkering í verk í Havn, hvat heldur tú um tað?
Jú, tað haldi eg er eitt frálíkt hugskot. Tá verður tað meiri rættvíst hjá øllum at sleppa at parkera so lengi, teimum lystir, so tað haldi er fínt.
Hvussu slappar tú av?
Tað geri eg framman fyri sjónvarpinum og við at spæla kort.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Tað eru føroysku sendingarnar og so eftir fótbólti og hondbólti.
Verður tú framhaldandi parkeringsvørður um 10 ár?
Tað tori eg ikki at siga nakað um. Eg havi havt hetta starvið í átta ár nú, so eg veit ikki. Tað fáa vit at síggja.