Foreman stóð altíð í skugganum av Ali, helst tí at fjøldin metti hann meiri sum ein ófriðarkropp enn ein profesjonellan nevaleikara.
Størstu avbjóðing sína fekk Foreman helst, tá teir báðir stóru nevaleikararnir hittust í ringinum í afrikanska landinum Zaire fyri 33 árum síðani.
Tapið hóvaði hvørki Foreman ella viðhaldsfólkum hansara, og tey fóru undir eina kampanju við ynski um ein umdyst. Henda kampanjan førdi Foreman til eina kirkju í Californien.
Hann spurdi prestin, hvat hann skuldi tosa um. “Tja. Ali hann tosar altíð um Muhammad og Allah – so hví tosar tú ikki bara um Jesus?”, svaraði presturin aftur. Sum sagt, so gjørt, hóast tað neyvan gjørdist tann stóra andaliga prædikan.
Henda prædikan hevði kortini ta ávirkan, at Foreman byrjaði at leita eftir eini átrúnaðarligari sannføring, skrivar religion.dk. Hann leitaði í islam og í buddhismuni, men tað var fyrst í 1977 at hann kom á mál, í so máta.
Úr ongamannalandi
Eftir tapið ímóti boksistjørnuni, Jimmy Young hetta árið fekk hann eina átrúnaðarliga uppliving í umklæðingarrúminum. Hann føldi seg fullkomuliga tóman og gloymdan, ja, nærum deyðan.
So segði hann fyri seg sjálvan: “Eg eri líkaglaður við um hetta er deyðin. Eg trúgvi framvegis, at ein Gud er til”. Í somu løtu merkti hann, at tað var eins og ein stór hond tók í hann og leiddi hann burtur úr hesum ongamannalandi.
Eitt tað fyrsta, ið Foreman gjørdi var at ringja til prestin í kirkjuni, har hann á sinni hevði prædikað. Her greiddi hann prestinum frá broytingini. Og seinni varð hann innsettur sum prestur og stovnaði egnu samkomu sína “The Church of Lord Jesus Christ” í Texas.
Eftir dystin í 1977 hevði Foreman, sum í næstu viku verður 59 ára gamal, ein steðg í nevaleikinum í fleiri ár, men varð í 1994 krýndur sum heimsmeistari í tungvekt.
- Men, spyrja mong. – Er tað sambæriligt við kristindómin at sláa onnur menniskju? Hetta hevði Foreman eitt svar uppá, tá spyrjarin frá Beliefnet hevði samrøðu við hann:
- Tá eg fyrr fór í ringin, vóru dreparainstinktið og vreiðin tað sum gav mær íblástur.
- Men eftir at eg hevði funnið Gud og møtti øðrum nevaleikarum í ringinum, so kundu vit saktans raka hin í til dømis eyguni, og kortini flenna eftir tí aftaná. So siga vit bara okkurt tílíkt sum “Har rakti eg teg, ha?! Men bíða bara, bíða bara!”
- Nei, vit sláa ongatíð móti hvørjum øðrum í vreiði, og vit geva altíð hvørjum øðrum eitt klemm áðrenn og aftaná dystin.