Danski uppfinnarin Peter Madsen, ið er undir illgruna fyri at hava dripið, stykkja sundur og beint fyri svenska journalistunum Kim Wall, hevur nú viðgingið, at tað er hann, ið hevur stykkja journalistin sundur. Tað skrivar Danmark Radio, ið hevur upplýsingarnar frá løgregluni í Keypmannahavn.
Peter Madsen er skuldsettur fyri morð, ósømiligan framferð við eitt lík og aðra kynsliga samveru, men hevur sjálvur greitt frá, at Kim Wall doyði, tá ein tung lúka datt á høvdið hjá henni, og hevur alla tíðina sýtt fyri, at hann hevur stykkjað líkið sundur og beint fyri tí. Sambært DR, so hevur Peter Madsen tó nú broytt frágreiðing um deyðsorsøkina.
- Hann hevur nú greitt frá, at Kim Wall doyði orsaka av kolsúrnieitran í kavbátinum, meðan hann sjálvur stóð á dekkinum, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi, sambært DR.
Talan er ikki um fyrstu ferð, at Peter Madsen hevur broytt frágreiðing um hvat hendi 10. august, tá hann og Kim Wall fóru ein túr við kavbátinum hjá danska uppfinnaranum, ið sakk á túrinum. Upprunaliga greiddi hann frá, at hann hevði sett Kim Wall í land áðrenn kavbáturin sakk, men tá grundlógaravhoyring var í rættinum, broytti hann frágreiðing, og greiddi tá frá, at hon doyði, tá ein lúka datt á høvdið.
Løgreglan upplýsir eisini, at eftir fleiri kanningar, eru skuldsetingarnar móti Peter Madsen nú víðkaðar til eisini at umfata aðra kynsliga samveru.
- Peter Madsen noktar fyri skuldsetingunum um aðra kynsliga samveru og fyri morð, upplýsir danska løgreglan.











