Við gittari og sangi eg spæli nú mítt lag

Hóast gittarin er størri enn gittarspælarin, so er tað eingin forðing. Tey smæstu í samfelagnum duga eisini sera væl at spæla sítt egna lag. Tað vísti seg tá Frítíðarskúlin í dagstovninum við Løkjatún á Argjum skipaði fyri talentkapping

- The Dreams mugu ansa sær. Tit duga ótrúliga væl at spæla, og tað er ordiliga stuttligt at síggja tykkum spæla hetta. Eg haldi tað er imponerandi, og sjálvt um eg ikki ordiliga skilji boðskapin, so var tað stuttligt at hoyra. Hetta vóru nøkur av orðunum, sum professionella dómarapanelið høvdu at bera dreingjunum, ið júst vóru lidnir at spæla.

Teir vóru fýra dreingir, ið júst høvdu staðið á pallinum og spælt í allarbesta The Dreams stíli. Ein á trummum, ein við bassi, ein við gittara og ein við gittara og sangi. Og teir sóu út til veruliga at hugna sær á pallinum frammanfyri stóru fjøldini av børnum og foreldrum.

Seinnapartin hósdagin varð skipað fyri talentkapping millum børnini í frítíðarskúlanum í Dagstovninum við Løkjatún á Argjum.

Børnini sungu og spældu av hjartans gleði, bæði við og uttan instrumentir. Tey sungu kendar sangir, ókendar sangir og enntá sangir, tey sjálvi høvdu gjørt. Eisini var dansur afturvið sangunum, og tað høvdu tey sjálvi funnið uppá og samskipað. Og tað vóru ikki bert Dreymadreingirnir, ið vóru fantastiskir. Øll børnini, ið framførdu, høvdu síni serligu ting, og fortaldu sína egnu serligu søgu.

Harðir sangir, ið fáa smílið fram, og skurrandi reinar barnarøddir, ið syngja hjartanemandi sangir gjørdu, at hetta var uppliving fram um ta mest professionellu framførslurnar.


Tað er okey at siga nei

Majbritt jacobsen, ið er ein av stigtakarunum, greiðir frá hví tey valdu at fara undir eitt sovorið tiltak við børnunum.

- Hetta var eitt hugskot frá starvsfólkunum á stovninum. Vit mettu undirtøkuna millum børnini og sóu, at tey veruliga tóku undir við tí. Og tað vaks bara við undirtøkuni. So valdu vit at enda at gera tað ordiligt, við at fara inn í hølini hjá Filadelfia, har bæði ljóð og ljós eru í topp, sigur Majbritt Jacobsen.

Endamálið við at skipa fyri einum slíkum tiltaki hevur sjálvsagt, umframt hugnan og stuttleikan, nakar námsfrøðiligar ætlanir aftanfyri.

- Tann námsfrøðiligi parturin av hesum er, at vit kunnu skapa sjálvsvirði og sjálvsálit í tí einstaka barninum. Tað at vit kunnu læra tey at tora at stilla seg á ein pall og at framføra. Hinvegin er tað jú eisini ein lærdómur í, at børnini sjálvi skuldu gera av, um tey vildu hetta ella ikki, og at tað eisini er í lagi at siga nei, vísir Majbritt Jacobsen á.

Dirvið tóktist tó ikki at mangla millum hesi børnini. Tey tóktust púra avklárað og cool á pallinum, og tey sóu út til at njóta hvørja løtu.


Gjørt nógv burturúr

Vikurnar uppundir hetta tiltakið hava børnini vant og skapt tónleikin. Á tann hátt eru løgini, sum tey framførdu, blivin teirra egnu.

- Og eg bleiv eisini ótrúliga yvirraskað yvir, hvussu væl hesi børnini í veruleikanum duga, greiðir Majbritt Jacobsen frá.

Í tvær ella tríggjar vikur upp undir hetta tiltakið hevur hvør krókur í dagstovninum verið nýttur til at venja í.

- Men vit hava lagt dent á, at tað ikki skuldi vera for professionelt, men heldur at tað skuldi vera eitt lívsjáttandi upplivilsi fyri børnini, og at tað skuldi gleða barnið at kunna traðka fram fyri foreldrunum og hinum børnunum, sigur Majbritt Jacobsen.