Viðgera nú málið um ein hernaðar-radara í Føroyum

Danska stjørnin hevur spurt landsstýrið, hvat føroyskir myndugleikar siga til at fáa ein hernaðar-radara í Føroyum

Danska stjørnin hevur nú sent landsstýrinum ein ítøkiligan fyrispurning um, hvat vit siga til at ein radari til hernaðarlig endamál, verður settur upp í Føroyum.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at ætlanin er at seta ein nýggjan hernaðar-radara upp á Sornfelli og nú hevur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin, hvar málið liggur.

Jenis av Rana sigur, at málið hevur verið umrøtt nakrar ferðir, tí verjumálaráðharrin hevur upplýst, at tørvur er á betri radaraeftirliti í loftrúminum yvir Føroyum. Talan er serliga um ein geira úr einum landnyrðingi úr Føroyum, ímillum Ísland og Noreg, og suður í ein útsynning ímóti Bretlandi.

– Bæði NATO og USA hava eisini gjørt vart við tørvin á betri loftradaraeftirliti í hesum øki, sum eftirlit ikki hevur verið við síðan táverandi hernaðarradarin á Sornfelli varð tikin niður í 2009, sigur Jenis av Rana.

– Tí hevur spurningurin um at seta ein nýggjum radara upp í Føroyum, verið umrøddur í sambandi, sigur hann.

Jenis av Rana sigur, at til fyri fáum døgum síðani hevur talan ikki verið um ein ítøkiligan fyrispurning. Tvørtur ímóti talan verið um, at danska stjørnin hevur kunnað landsstýrið um, at ein radari í Føroyum fer helst at verða eitt av ynskjunum hjá donsku verjuni.

Men nú hevur Landsstýrið hevur fingið ein ítøkiligan fyrispurning frá donsku stjórnini um, hvørja støðu vit hava til, at ein radari til hernaðarlig endamál verður settur upp í Føroyum.

Landsstýrismaðurin hevur boðað donsku stjørnini frá, at, talan er um eitt mál, sum skal viðgerast í Føroyum, áðrenn avgerð verður tikin. Men hann hevur eisini boðað frá, hansara áskoðan er, at sum eitt vesturlendskt fólkaræði, eiga Føroyar at geva sítt íkast til felags verjuna í NATO, tá ið tørvur er á tí.

Jenis av Rana sigur, at málið verður nú fyrireikað til politiska viðgerð, bæði í landsstýrinum og í Uttanlandsnevndini.

– Talan er um eitt mál, sum skal hava neyva politiska viðgerð í Føroyum, áðrenn avgerð verður tikin. Tí verður eingin avgerð tikin, fyrr enn ráðførsla hevur verið við Uttanlandsnevndina um málið, sigur hann.

Hann sigur, at tí hevur Landsstýrið nú biðið donsku stjórnina um allar viðkomandi upplýsingar um málið fyri at málið er upplýst til fulnar, áðrenn vit taka støðu til tað.