Seinastu dagarnar hevur Vælferðarnevndin hjá Norðurlandaráðnum umrøtt fosturtøkulógina og javnrætt í Føroyum. Í eini fráboðan siga tey, at tey fara at taka málið upp aftur og tá fara tey at fáa serfrøðingar á økinum, og umboð fyri ST, at lýsa málið fyri teimum.
Tey siga, at sjálvt ST er komið við einum formligum tilmæli um at broyta fosturtøkulógina í Føroyum og tað er ein fráboðan, tey hava lagt sær í geyma og ætla at fylgja upp.
Tey vísa á, at støðan hjá ST er, at tað er ein grundleggjandi rættur hjá kvinnum at hava hava rættin til sín egna kropp, men myndugleikarnir í Føroyum liva ikki upp til sínar skyldur á hesum øki, tí kvinnur í Føroyum hava ikki frían rætt til fosturtøku. Sostatt mælir ST til, at lógin verður broytt.
– Vit virða føroyska sjálvstýri, men samstundis mæla vit myndugleikunum til at broyta fosturtøkulógina, so at hon er í samsvari við tær skyldur, sum Føroyar hava mótvegis kvinnusáttmálanum hjá ST, sigur vælferðarnevndin hjá Norðurlandaráðnum.
Tey siga, at nevndin hugsar um rættin hjá føroyskum kvinnum til fosturtøku og tey mæla til at málið verður reist í Føroyum.