Viðgerð trupulleikan við seyðaskinnunum

Nú nærkast slaktið aftur. Men skinnini eru blivin ein umhvørvistrupulleiki. Nú hevur landsstýrið tikið málið upp

Einaferð var ull Føroya gull.

Men tað eru seyðaskinnini ikki.

Tvørturímóti hava skinnini verið ein stórur trupulleiki seinastu árini.

Fyrr kundu skinnini seljast, men tað kunnu tey ikki meiri.

Í fjør blivu tískil øll skinnini brend á brennistøðunum.

Føroyingar fletta upp ímóti 50.000 seyðir um árið.

Sum kunnugt er tað eitt skinn upp á seyðin.

Og 50.000 skinn elvdu til trupulleikar á brennistøðunum í fjør, tí tað er dýrt at beina fyri so nógvum skinnum og tað skal nógv orka til at brenna tey-orka, sum kundi verðið brúkt til at brent okkurt annað.

Tað má heldur ikki koma fyri, at skinnini verða blakað í nátúruni, so at tey liggja har og sløðast.

Men nú ætlar landsstýrið at taka hendan trupulleika upp fyri at vita, um tað ikki finst ein ella onnur loysn.

Spurningurin varð umrøddur á landsstýrisfundi mánadagin og tað er gjørt av at arbeiða víðari við honum.

Málið verður mett sum eitt umhvørvismál, og tí er tað Eyðun Elttør, landsstýrismaður, sum skal gera eitt uppskot um, hvussu hesin trupulleikin kann loysast.

Landsstýrismaðurin sigur, at enn veit hann ikki, hvussu tey skulu grípa tað ann.

Men at málið ikki verður mett sum eitt vinnumál, kundi bent á, at tey, sum fletta, skulu ikki vænta sær nakran serligan prís fyri skinnini.

Tað er ongin marknaður fyri seyðaskinnum.

Og Eyðun Elttør sigur, at ætlanin er ikki at lata studning fyri at tey, sum hava seyð, skulu sleppa av við skinnini.

?Vit halda ikki, at tað er rætt at gera seyðaskinn til eina studningsvinnu, sigur hann.

Hann sigur, at tað eru annars fleiri hugskot um, hvat kann gerast, fyri ikki at koma í somu støðu, sum í fjør.

? Eitt hugskot er, at IRF skipat fyri innsavningarstøðum kring landið, har fólk kunnu lata skinnini.

? Síðani átekur IRF sær at beina skinnini burtur á skilagóðan hátt.

? Ein onnur loysn kundi verið at IRF savnaði skinnini saman og kanska saltaði tey og fekk eitt sindur fyri at føra tey út av landinum, so at útreiðsla ikki stóðst av tí, um tað so ongin vinningurin varð.

?Men annars eru onnur hugskot, sum landsstýrismaðurin nú fer at arbeiða víðari við.

Annars sigur Eyðun Elttør, at hava fólk góð hugskot um, hvat kann gerast, eru tey vælkomin at gera vart við seg.