Við fullum musikki til London

Ungdómsorkestrið hjá Musikskúlanum í Vágum er á konsertferð í London. Ætlanin er at halda fýra konsertir í heimsbýnum

Konsertferð

Flogvøllurin:
Saman við tveimum lærarum eru 24 næmingar, sum manna Ungdómsorkestrið hjá Musikskúlanum í Vágum, á konsertferð í London. Fýra konsertir verða hildnar á ferðini.
Martin Pollard, leiðari á musikskúlanum í Vágum, er ferðaleiðari, saman við Steve Foggin, sum stjórnar Orkestrinum. Teir eru báðir bretar, so valið var lætt, tá gerast skuldi av, hvar farast skuldi, sigur Martin Pollard.
Eisini hevði sera væleydnaða ferðin, Ungdómsorkestrið gjørdi til Íslands í fjør, hildið teimum væl til at gera enn eina uttanlandsferð at sýna, hvat tey duga, eins og at síggja og læra nakað nýtt, sigur hann.
Farið varð úr Føroyum mánadagin, og ferðast varð um Keypmannahavn til London, har tey fara at verða til til leyardagin, tá farið verður aftur til Keypmannahavnar, har steðgað verður eitt samdøgur, áðrenn komið verður aftur til Føroya.
Martin Pollard sigur, at hann metir tað sum eitt gott hugskot at gera ein slíkan túr við ungu næmingunum. Á tann hátt hava tey nakað at arbeiða fram ímóti, meðan vant verður allan veturin, eins og tey sleppa at síggja fremmandar mentanir, og sleppa at royna sín málførleika, sigur hann. Tey møta nýggum vinum og fáa eina almenna upplæring av hesum, heldur musikskúlaleiðarin í Vágum.