Við Flogfelagnum til McCartney

Flogfelag Føroya hevur fingið fatur á nøkrum atgongumerkjum til konsertina hjá Paul McCartney í Keypmannahavn í mei

Konsertferð

Ætlar tú tær á konsert hjá fyrrverandi Beatles leikaranum Paul McCartney í Parkini í Keypmannahavn, ber nú til at keypa atgongumerkið í Føroyum. Konsertin verður tann 2. mei.
Men tú mást kvika tær, tí fá atgongumerki eru, og gravgangur er eftir teimum. Í Danmark vórðu35.000 atgongumerki seld eftir bara fýra tímum.Fyri 3.315,- krónur ber til at keypa flogferð til Danmarkar og atgongumerkið til konsertina frá Flogfelag Føroya, sigur Uni Danielsen, stjóri á Flogfelagnum. Depositum á kr, 1.000,- skal gjaldast samstundis, sum bílagt verður, sigur hann.
Flogfelagið hevur fingið nøkur atgongumerki, sum kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Flogfelagnum, sum eitur: www.ff.fo. Eisini kann ringjast til Flogfelag Føroya á telefon nr. 340000.
Flogið verður úr Føroyum við Atlantic Airway daganar 30. apríl ella 1. mei, og heimaftur fjórða ella fimta mei. Um ynskt verður, kann Flogfelagið eisini syrgja fyri trygging, leigu av bili í Danmark, hotelli ella hvørjum tað nú skal vera, sigur Uni Dnaielsen, stjóri á Flogfelag Føroya.