Við felagnum Javna birtist eitt ljós

»Eingin kennir mein í annans bein«. Flest okkara hava eygu og oyru, ið geva okkum fatan av førleika og umstøðum hjá øðrum, eisini tá vit møta einum við breki.

Vit øvunda grannanum, tá hesin er betri fyri enn vit eru, grenja og geva ilt av okkum um órættvísi og stættarmun, men koma vit í samband við ein brekaðan av einum hvørjum slag, so takka og prísa vit innantanna fyri, at tað ikki eru vit ella nakar av okkara, ið er raktur av slíkari óeyðnu.
Hvussu ofta hoyra vit ikki orðini: »eingin fer illa av, at ein annar fer væl?«
Hugsið eitt sindur. Hvat liggur aftanfyri hesi orð?
Er hetta annað enn ein sjálvglað undanførsla fyri einki at gera, uttan so at tað er til fyrimuns fyri ein sjálvan?
Tit avvarðandi av brekaðum gera eitt megnar ósjálvsøkið arbeiði. So stórt at nógv tykkara eru niðurkoyrd og niðurpínd. Kortini liggur so ómetaliga nógv á láni innan øll økir, ið hava við brekað fólk at gera. Hví? Ja hví?
Svarið er stutt og greitt, at tey, ið ráða fyri borgum, brúka alla orku teirra til at »fara væl«, tí tit fara ikki verri fyri tí. Tit eru frammanundan so illa fyri, at tit kunnu ikki »fara illa«.
Soleiðis síggi eg próvførsluna frá føroyska væl-ferðarsamfelagnum árið 2002.
Fatan er nakað, ið verður lært á hægri læristovnum. Góðsemi og næstakærleiki er romantiskur lættisoppalesnaður, ið ikki hóska seg hjá røttum framfýsnum samfelagsstuðlum. Tað ræður um at raðfesta, og at raðfesta rætt, soleiðis at samfelagshjólini rulla við røttu ferðini. Fatanin er har, men kenslurnar mangla. Tí er so illa statt, sum tað er.
Við felagnum Javna birt-ist eitt ljós, og tit, ið hava mynda felagið, øll hesi árini, hava syrgt fyri, at ljósið allatíðina hevur verið at sæð í myrkrinum. Fyri hetta arbeiði tykkara, eiga tit stórstu tøkk uppiborna. Vit noyðast at sanna, at Javni er álitið og beta amboðið hjá teim brekaðu fyri at vinna nakrar sjálvsagdar sømdir. Styrkja vit Javna styrkja vit harvið góðsemi og næsta kærleikan? og ljósið gerst bjartari.