Flutningsbilarnir hjá tí almenna, Postverkinum og Farmaleiðum, hava ofta verið orsøk til orðaskifti, bæði á tingi og í fjølmiðlunum. Onkur heldur at hesir bilar koyra hálvtómir aftaná hvørjum øðrum, og at ruturnar kundu verið samanlagdar. Onnur halda tað mótsatta, at hesar ruturnar als ikki kunnu sameinast. Vit fylgdu bilinum hjá Farmaleiðum í Sandoynni seinasta hósdag. Bilførari var Sunleiv Djurhuus.
Arbeiðsdagurin hjá Sunleivi Djurhuus, sum býr í Skálavík, byrjar við at hann fer upp klokkan 5.00 um morgunin. Hann má fara tíðliga frá húsum, um hann skal náa at heinta fisk frá flakavirkjunum á Sandi ella í Skopun, áðrenn Teistin fer av Skopun kl. 6.30. Hann er á Gomlurætt kl 7.15 og koyrir beinleiðis til Skipafelagið Føroyar á Eystaru Bryggju við fiskinum. Um hann hevur koyrt saltfisk, má hann vaska og turka lastina, áðrenn hann kann lessa bilin aftur á pakkhúsinum hjá Farmaleiðum í Havn.
Fleiri ferðir í Havn
Tá bilurin er lessaður og klárur til næsta túr, gongur leiðin aftur til Gomlurætt við fráferð úr Havn kl. 9.00 og Teistin siglir kl 9.45. Komin í land byrjar hann við at koyra vørur út til viðskiftafólk og handlar í Skopun. Síðan verður koyrt til Sands, Húsavíkar, Skálavíkar og til Dals. Kl.14. fer bilurin aftur úr Skopun, antin við fiski úr Sandoynni ella eftir fiski til flakavirkini. Ofta er so nógvur fiskur, at hann má hava ein anhangara afturat bilinum. Sunleiv er heima aftur í Skálavík millum klokkan sjey og átta um kvøldið. Tað sum bilurin koyrir við, er fiskur fyri flakvirkini, vørur til handlarnar í oynni og ymiskar aðrar vørur til privatfólk og fyritøkur. Fólk kunnu altíð ringja til Sunleiv og gera avtalur við hann um flutning. Sum nú er hava Farmaleiðir 25 flutningsakfør, sum koyra kring alt landið. Teir tillaga seg alla tíðina eftir, hvussu flutningsmynstrið broytist í landinum.









