Við føroyskum búmerki

Restina av hesum kappingarárinum skal Gudrid Nolsøe av Tvøroyri leika í donsku elituseriuni við búmerkinum hjá Delta Seafood á troyggjuni

Síðani 18 ára gamla Gudrid Nolsøe av Tvøroyri í summar fór til Odense, har hon nú gongur á HF, hevur hon rættuliga gjørt vart við seg í flogbóltshøpi.


Kom beint á liðið

Beinanvegin hon kom til Danmarkar, fór hon undir at venja saman við Fortuna Odense, sum hevur lið í donsku elituseriuni.

Hetta er annars sama felag, sum Bárður Mikkelsen leikar fyri, og tað var eisini Bárður, sum spurdi venjaran, um tað var møguleiki hjá Gudrid at venja við besta kvinnuliðnum.

Skjótt gjørdist venjarin greiður yvir, at føroyski landsliðsleikarin hevði góð evni, og tá kappingin fór í gongd, var Gudrid framvegis millum genturnar í 1. liðshópinum.

Sjálv heldur Gudrid, at tað hevur gingið hampuliga gott, bæði persónliga og hjá liðnum, sum í løtuni liggur á einum fjórða plássi, og m.a. komu tær í hálvfinaluna í steypakappingini.

Sum vera man, so er støði í donsku elituseriuni væl hægri enn her heima, og Gudrid sigur eisini, at tær gera rættuliga nógv við venjingina har niðri.

Einar 3-4 ferðir um vikuna verður vant, umframt at tær hava styrkisvenjing.

Dýrt limagjald

Ein bági við at leika í danska felagnum er tó, at limagjaldið er óvanliga høgt, um sammett verður við tað limagjald, sum føroyskir ítróttaríðkarar rinda.

Árliga er talan um 1.700 kr. og tað er ein heldur stór upphædd, um tú ert lesandi, og ikki hevur annað enn lestrarstuðulin at taka av.

Gudrid gjørdi tískil av, at spyrja seg fyri her heima, og á Delta Seafood á Tvøroyri vóru tey beinanvegin til reiðar at hjálpa tvørágentuni.

Soleiðis ber tað til, at Gudrid tað, sum eftir er av kappingarárinum, skal leika í fremstu flogbóltsrøðini í Danmark við einum føroyskum búmerki á bringuni.

Gudrid sigur annars, at hon gjørdi av at spyrja seg fyri hjá Delta, við tað at hetta er eitt virki, sum alla tíðina hevur sýnt stóran áhuga fyri at stuðla upp undir ítróttarligu menningini hjá ungfólkunum har suðuri, eins og tað fyri tað mesta eru ungfólk, sum starvast á virkinum.

Víðari sigur hon, at hon er sera fegin um stuðulin, tí sum hon sigur, so er hetta ein hampuliga stór upphædd, tá tú bert hevur studning at liva fyri.