Føroyamálsdeildin er elsta deildin á Fróðskaparsetrinum fyri ikki at siga, at hon var setrið tey fyrstu árini. Fróðskaparsetrið varð sett á stovn í 1965 í fyrsta lagi at vera hægri lærustovnur í teimum føroyskum evnunum, har málið lá fyrst fyri. Seinni komu hinir ómissiligu partarnir við, náttúruvísindi, søga og samfelagsfrøði. Soleiðis er Fróðskaparsetrið í dag tað universitetið í heiminum, sum hevur skyldu til burturav at gera rannsóknir í føroyskum viðurskiftum – sum ikki bara nýtast at vera viðurskifti í Føroyum. Føroyamálsdeildin arbeiðir við hugvísindum, sum er eitt vítt og kvæmt granskingarøki, har nýggj hugskot í heilum bjóða gomlum fatanum av.
Útbúgvingar í føroyskum
Framleiðslutíðin fyri ein granskara í føroyskum er 5 ár. Fyrst skal studenturin lesa og arbeiða í tvey ár fyri at taka støðisnám, har allar lærugreinirnar eru skyldubundnar. Triðja árið skal hon velja sær 3-4 evni og skriva eina BA-ritgerð og lúka BA-prógv. Fjórða og fimta árið heldur hon fram á nakað sama hátt fyri at lúka MA-prógv. Síðani er tað ein spurningur um dugnaskap og fíggingarmøgleikar, um hon kann halda fram í granskaraútbúgvingini og verða doktari trý ár seinni.
Tað stendur ikki á hjá teimum sum hava BA og MA at fáa arbeiði t.d. sum týðarar, tekstarar, forlagsritstjórar og teksthøvundar á lýsingarfyritøkum. Tey sum taka samansett MA við føroyskum og eini aðrari lærugrein sum hjánám – ella øvugt hava føroyskt sum hjánám afturat eini aðrari høvuðsgrein – kunnu eisini verða lærarar í føroyskum í miðnámsskúlunum. Enn tykist tørvurin ikki vera nøktaður, og skulu enn fleiri ungdómar enn nú hava eina miðnámsútbúgving, so verður tørvur á fleiri føroysktlærarum langt inn í framtíðina.
Gransking og undirvísing
Tað, sum eyðkennir universitetsútbúgvingar er, at tær eru grundaðar á vísindaliga granskingarvirksemið hjá lærarunum. Tí fer helvtin av arbeiðsorkuni hjá teimum vísindastarvsfólkunum á Føroyamálsdeildini til at granska tey mongu ymisku brigdi hjá føroyskum máli, mentan og bókmentum. Haruppí hoyrir at skriva greinir og bøkur. Deildin er harumframt samstarvspartur í útlendskum granskingarverkætlanum, sum umfata føroyskt mál og føroyskar bókmentir.
Í løtuni eru sjey vísindastarvsfólk á Føroyamálsdeildini, tríggir granskingarhjálparar og eitt skrivstovufólk. Higartil hevur Føroyamálsdeildin bara útbúgvið 2 granskarar. Tað átti alla tíðina at verið í minsta lagi tvey ph.d.-lesandi á deildini. Lutvíst tí vit mugu síggja til at tryggja framhaldið á Føroyamálsdeildini. Og lutvíst skal nýggja læraraútbúgvingin væntandi hava granskaraútbúnar lærarar í føroyskum.
Sum er tekur Føroyamálsdeildin nýggjar studentar inn annaðhvørt ár. Skulu vit økja framleiðsluna á øllum stigum, má tað bera til hjá studentum at verða tiknir upp til lestur hvørt ár. Men so mugu fleiri starvsfólk til. Tey mugu snøgt sagt tvífaldast. Skulu eisini nýggjar útbúgvingar setast í verk, er tørvur á uppaftur fleiri fólkum.
Verður Føroyamálsdeildin víðkað á henda hátt fáa vit frammíhjá eina innanhýsis synergi, sum fer at fremja ta fakligu menningina.
Útlendingar og fjølmiðlan
Føroyamálsdeildin átti at havt eitt ársnám í føroyskum fyri útlendingar. Deildin hevur altíð havt skeið um summarið fyri norðurlendingar og síðani 2004 eisini fyri aðrar útlendingar. Nú er rætta løtan at bjóða ársnám í føroyskum fyri útlendingar og tað fyrsta átti at byrjað í september 2009.
Ársnám fyri útlendingar skal vera byrjanarskeið í føroyskum. Høvuðsdentur fer at liggja á munnligum og skrivligum máli, harafturat koma lærugreinirnar nútíðarsøga og samfelag, eldri og nýggj mentan og bókmentir. Ársnámið eigur síðani at verða víðkað við framhaldsnámi. Tey, sum tá vilja halda fram at lesa í Føroyum, kunnu fara undir eina av vanligu útbúgvingunum á setrinum.
Ofta hevur verið nevnt, at setrið átti at havt eina journalistútbúgving. Tað er eitt gott hugskot, men vit halda, at neyðugt er at víðka tað hugtakið og gera eina fjølmiðlaútbúgving, sum byggir á holla fakliga vitan. Tí skjóta vit upp at skipa fyri eini MA útbúgving í fjølmiðlan, soleiðis at hon byggir á eitt BA prógv í føroyskum, søgu, lívfrøði o.t. Útbúgvingin skal vera teoretisk og praktisk, umfata søguligar, samfelagsligar og málsligar partar. Tískil má hon verða framd í samstarvi við aðrar deildir og skúlar á nýggja Fróðskaparsetrinum.
Framtíðin
Skulu nýggir studentar verða tiknir upp til lestur í føroyskum hvørt heyst, og skulu tvær nýggjar útbúgvingar setast á stovn, krevur tað ellivu nýggj vísindastarvsfólk og tvey skrivstovufólk. Fyri at røkka øllum hesum eigur Føroyamálsdeildin at koma upp á 12,2 milliónir kr. árliga. Tað er bara ein góð tvífaldan av verandi játtan hjá deildini.
Soleiðis ment kann Føroyamálsdeildin møta framtíðini. Hvussu skjótt vit skulu røkka hesum máli, er ein spurningur um politiska raðfesting, og hvussu alt Fróðskaparsetrið skal húsast, fyri ikki at tala um hvussu tað skal verða hýst í framtíðini. Eingin ivi kann vera um, at Føroyamálsdeildin eigur at slóða fyri mennandi samskifti. Tað má berast so í bandi, at mentanin ikki bara fremur útflutninginum av fiski og øðrum, sum marknaður er fyri úti í stóru verð. Gransking av máli, bókmentum og samskifti má verða ment og á tann hátt vera við til at gera tað vert og áhugavert at liva her á landi.