Felagið Aviator Airport Services Denmark A/S er farið á húsagang.
Aviator avgreiðir viðføri fyri umleið 25 flogfeløg á flogvøllinum í Kastrup. Millum kundarnar eru flogfeløg sum Emirates, KLM, Air Greenland, Air France, Lufthansa, Swiss og Turkish Airlines. Atlantsflog brúkar annan veitara.
– Gongdin í flogvinnuni seinastu mánaðirnir var seinasti stoyturin, sum fekk okkum at umhugsa raksturin í okkara danska dóttirfelag, sigur Jo Alex Tannem, stjóri í Aviator, í einum tíðindaskrivi.
Roynt var at finna eina loysn saman við kreditorunum, men tað lukkaðist ikki, og nú er Aviator í Danmark farið á heysin.
Húsagangurin hevur við sær, at umleið 200 fólk standa til at missa starvið, um keypari ikki verður funnin til búgvið.