Viðførið skal eisini hava tað gott

Audi kalla sínar stationcar fyri Avant, har stórur dentur er lagdur á smart design. Í apríl 2005 kemur Avant útgávan av A6, ið er vaksin nakað í mun til forgangaran

Tað er altíð spennandi, tá Audi koma við nýggjum modellum. Dugnaligu designararnir leggja dentur á, at ein Audi skal vera til gleði fyri tey sum síggja bilin, og ikki minst fyri tey sum ogna sær ein slíkan.

Talan er um ein sera smartan og framkomnan luksus stationcar við sportligum designi. Bilurin er vaksin nakað í mun til forgangaran.

Nýggi Audi A6 Avant er ein háteknologiskur bilur, har nógvir av lutunum eru úr aluminium.

A6 Avant hevur MMI (Multi Media Interface) sum standard. MMI er ein framkomin telduskipan við einum skíggja í instrumentborðinum við nógvum ymiskum funktiónum, sum verða stýrdar av einum knøtti í gardanboksini.

Viðførið spent fast

Audi gera nógv fyri at viðførið skal hava tað gott. Tað vil siga at tað er trygt og væl spent fast. Sum eykaútgerð fæst ein liðilig skinnaraskipan, har viðførisrúmið kann deilast upp í smærri eindir.

Eisini fæst A6 Avant við baklúku, ið kann latast upp og aftur automatiskt og trinleyst.

Hondbremsan er elektromekanisk, sum aktiverast við eini kontakt í gardanboksini, og elektrohydrauliska servostýringin tillagar seg ferðina.

Bensinmotorarnir verða hesir: 2,4 litur V6 við 177 hk til, 3,2 litur V6 við 255 hk, og 4,2 litur V8 við 335 hk, dieselmotorarnir verða hesir: 2,7 litur V6 TDI við 180 hk, og 3,0 litur V6 TDI við 225 hk.

Audi A6 Avant kemur á føroyska og danska marknaðin í apríl 2005.