Við børnunum koma hjúnarskilnaðirnir

Helvtin av øllum hjúnarskilnaðum koma, tá børnini enn eru smá. Orsøkin er, at kvinnurnar kenna seg ov einsamallar við ábyrgdini fyri børnunum

Kanningar vísa, at flest hjúnarfelagar fara frá hvørjum øðrum fyrstu níggju árini, tey eru gift og børnini enn eru smá, veit Kristeligt Dagblad at siga.

Sambært sálarfrøðinginum Ebbe Scheel Krüger eru tað oftast kvinnurnar, sum ynskja hjúnarskilnað, eftir at parið hevur fingið børn.

- Kvinnurnar standa allíkavæl einsamallar við øllum, og so kunnu tær eins væl lata seg skilja frá manninum. Tað kemur óvart á meg, at so fáir menn hava givið sær far um broytingarnar, sum eru hendar við kvinnunum seinastu 50 árini, sigur Ebbe Scheel Krüger.

Hann metir, at tað hevði bøtt munandi um støðuna, um seks mánaðar burðarfarloyvi varð oyramerkt til mannfólkini. Í øllum førum hevði hetta økt um møguleikan at tryggja eitt javnari býti av arbeiðsuppgávunum í heiminum, metir sálarfrøðingurin.