Viðareiði eigur størsta vøksturin

Lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum er hægri á Viðareiði enn í nakrari aðrari kommunu

Mett úr frá kommunuskattinum so er tað nógv virksemi á Viðareiði.

Viðareiðis kommuna eigur lutfalsliga størsta vøksturin í landinum í fyribils kommunuskattinum higartil í ár.

Trý tey fyrstu fjórðingsárini var fyribilsskatturin á Viðareiði 12,18 prosent hægri, enn hann var níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Í fjør var kommunuskatturin á Viðareiði níggju teir fyrstu mánaðirnar 9.691.536 krónur. Sama tíðarskeið í ár var kommunuskatturin 10.871.575 krónur. Vøksturin var 1.180.039 krónur ella 12,18 prosent.

 

Í einari aðrari kommunu í Norðoya sýslu vøksturin hægri enn tíggju prosent higartil í ár.

Í Kunoyar kommunu, sum fevnir um Kunoy og Haraldsund, er vøksturin 11,35 prosent ella 362.154 krónur. Í sambandi við byggingina av nýggju smoltstøðini á Strond er fólkatalið í Kunoy og Haraldsundi vaksið, og tað sæst aftur í fleiri skattakrónum.

 

Í Fugloyar kommunu er afturgongdin í kommunuskattinum higartil í ár 20,26 prosent ella 371.071 krónur. Í september var kommunuskatturin í Fugloyar kommunu 11.500 krónur ella 12,61 prosent hægri, enn hann var í september í fjør.

 

Í Hvannasunds kommunu er afturgongdin 5,68 prosent ella 608.879 krónur. Bara í september var afturgongdin 14,23 prosent ella 182.337 krónur.