Við 14 málum gekk Filip á odda í greiðum VÍF-sigri (FM1)

(FM1) Hoyr toppskjúttan hjá VÍF, Filip Jojic og venjaran hjá Kyndli, Høgna Klein seta orð á 28-23 sigurin hjá VÍF á Kyndli

##med2##

VÍF vann ein sera týdningarmiklan 28-23 sigur á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn. Serliga sæð í ljósinum av, at KÍF vann 26-18 á StÍF í høllini á Skála. VÍF var á odda 14-11 í steðginum.

VÍF heldur sær sostatt á fjórða plássinum, og eru vestmenningar trý stig frammanfyri kollfirðingar í Okkaradeildini. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum, og tók stutt samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá VÍF, Filip Jojic sum skoraði ikki færri enn 14 mál í dag. Fyri Filip og liðfelagarnar hevði tað týdning at halda frástøðuna niður til fimta plássið nú KÍF vann á StÍF í dag.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Kyndli, Høgna Klein sum heldur, at Kyndil leikliga stóð seg væl í dag, men liðið hevði ikki eydnuna við sær í avgerandi løtum í dystinum. 

##ms##

 

(Samrøður: Filip Jojic og Høgni Klein)