Triðja umfar í venjingarkappingini hjá Venjarafelagnum verður um vikuskiftið. Ein dystur er tó fluttur. Upprunaliga skuldu NSÍ og HB spæla við Løkin í Runavík, men dysturin er fluttur á Ovara vøll í Gundadali, tí vøllurin í Runavík er fyrstur. Dysturin verður klokkan 19.
Í morgin verða hinir fýra dystirnir í triðja umfari. Longu klokkan 11 spæla 07 Vestur og B68, og klokkan 11.30 verður stórdystur í Gundadali millum B36 og KÍ. Tveir dystir verða klokkan 13. ÍF fær vitjan av Skála og Víkingur fær vitjan av EB/Streymi.
VFF-Kup:
Fríggjadagin
NSÍ-HB (19.00) Verður spældur á Ovara vølli í Gundadali
Leygardagin
07 Vestur - B68 (11.00)
B36 - KÍ (11.30)
ÍF - Skála (13.00)
Víkingur - EB/Streymur (13.00)