VFF: Ein katastrofa fyri føroyskan fótbólt

Venjarafelagið ynskir kjak um framtíðina í føroyska fótbólti, nú ongin uppflytari verður í ár

Venjarafelag Føroyar, stytt VFF, ynskir at seta fokus á fótbólts-kappingina í vaksnu deildunum í Føroyum. Spurt verður um verandi kappingarleistur er nøktandi, í mun til menning av føroyskum spælarum? Er talið og skipanin av liðum í bestu- og næstbestu deildunum hóskandi, spyr Venjarafelagið í tíðindaskriv i í dag.

- Tað at bara eitt lið flutti upp úr 1. Deild í fjør, og tað at sannlíkt onki lið flytur upp í ár, meta vit í VFF er ein katastrofa fyri føroyskan fótbólt, sigur Frankie Jensen, formaður í Venjrafelagnum.

Í 1988 var besta deildin hjá monnum í Føroyum víðkað úr átta liðum upp í 10 lið. Og í 2005 var dystartalið hækkað úr 18 upp í 27 dystir í landskappingini.

##med2##

-       Gaman í hava ikki allir dystir verið líka spennandi og harvið gevandi fyri bæði liðini, men økta dystartalið og longda kappingartíðin hevur givið fleiri leikarum betri kropsligan førleika, stendur í tíðindaskrivinum.

Broytingarnar í kappingini í 1988 og í 2005, metir VFF, hava haft positiv árin á føroyskan fótbólt, og framgongdin hevur verið eyðsýnd.  Karmarnir til at íðka fótbólt eru betraðir munandi seinnu árini. Graslíkisvallir, stór og góð innandura venjingarhølir og umklæðingarrúm, betri vallar ljós og annað eru at finna nærum allastaðni.

- Men eru fleiri sum íðka fótbólt í dag, í mun til fyri 10-20 árum síðani? Staðfestast kann, at feløgini eru færri nú og harvið eru færri lið í vaksnu deildunum, og tað heldur VFF, verða eina keðiliga gongd, skrivar venjarafelagið.

 ##med3##

Ójøvn kapping

Í løtuni er kappingin í næstbestu deildini hjá monnum mest millum feløg, sum hava lið í bestu deildini, og harvið lið, sum ikki kunnu flyta upp. Og tey feløg, sum hava sítt fremsta lið í næstbestu deildini, hava ikki neyðuga góðskuna til at kappast. Ein avleiðing av hesum, metir VFF, er, at tey fremstu liðini í bestu deildini, hava breiðan hóp, og spælarar, sum eftir okkara áskoðan, høvdu havt betur av at spælt við besta liði í øðrum felagi.

- Tí tá tú spælir við næstbesta liði, er ikki sama fokus á úrslit og samansetingin av spælarum er ofta óheppin. Hesi viðurskifti eru viðvirkandi til, at menningin av spælarum í Føroyum ikki er optimal. VFF heldur, at eitt veruligt kjak eigur at verða um, hvussu vit skipa okkara fremstu deildir í fótbólti. Í løtuni er ivasamt, um menningin gongur rættan vegin, skrivar Venjarafelagið.

Er tað fyri tað betra?

- Vit kenna øll argumentini, at jú fleiri vit eru sum spæla fótbólt, jú fleiri evnaligir spælarar koma burturúr, og harvið hækkar støðið í landskappingin og á landsliðum. Men hetta nýtist ikki at verða so. Tað kann vera meira avgerandi í hvørjum umhvørvi og á hvørjum fremsta liði, tú luttekur í, heldur enn at luttaka á næstbesta liði, skrivar Venjarafelagið.

Á kvinnusíðuni er avbjóðingin í løtuni, at fáa fleiri at spæla fótbólt. VFF metir, at tá talið av spælarum/feløgum er økt, og harvið fleiri møguleikar fyri skipan av kappingin, tá er grundarlag fyri kjakið um, hvussu deildirnar á kvinnusíðuni skulu verða skipaðar frameftir.  

- VFF vónar, at fótbólts-Føroyar tekur væl ímóti hesum tíðindaskrivið og ynskir at føra eitt gott og uppbyggjandi kjak um evnið, sigur Frankie Jensen at enda.