Handilsvinna
Eiði:Brúkslutir, sum gjørdir eru úr føroyskum tilfari, verða seld í nýggjum handli á Eiði saman við eitt nú innfluttum tógvi.
Uppi í Kolli á Eiði, oman fyri hotellið, lat nýggjur handil upp týsdagin. Tað er Katrin Haraldsen, sum hevur latið upp ein bæði vanligan og heldur øðrvísi handil.
Talan er nevniliga um handil, har samstundis verður framleiðs av klædnavørum. Har eru bæði vevur og seymimaskina, og við tey fer Katrin sjálv at sita og gera klædnapløgg, sum seljast skulu í handlinum.
Navnið er Stikkan, og tað vísir aftur til, at her verða meturvørur seldar. Tað verða tær eisini, um enn ikki so dominerandi, at ein leggur merki til tað, beinanveg ein kemur inn. Men hevur tú hug at keypa tær klæði at seyma einar føroyska mannfólkabuksur, verður rullað og mált, til tú hevur fingið tað, brúk er fyri.
Men í stóran mun eru tað enn vørur frá øðrum føroyskum framleiðarum, ein leggur merki til í nýggja handlinum á Eiði. Fyrst og fremst ullarvørur, og fýra eru fyritøkurnar, sum Stikkan selur fyri. Her eru troyggjur og húgvur. Skógvar og taskur, umframt annað, sum Tøting og Snældan, Pau og Suðuroyar Ullarvirki hava gjørt.
Mein eisini leiríløt eru at síggja í handlinum. Tey eru slík, sum Guðrið Poulsen í Havn hevur gjørt.
At Handilin Stikkan er vorðin til í hesum líki, er ikki av tilvild, greiðir Katrin Haraldsen frá. Talan er um eina fleiri ára gamla ætlan, sum kortini er eitt sindur broytt.
Sjálv hevur hon útbúgving á økinum, og sum endaliga uppgávu í samband við útbúgvinina menti hon hetta hugskotið at hava ein handil við framleiðslu samstundis.
?Í grundini hugsaði eg um mótaklæði í meira traditionellum stíli, men eri so komin eftir, at hetta við haldgóðum, føroyskum klædnavørum er meira hóskandi.
Fyrsti kundin í handlinum kemur fram at diskinum og vil gjalda fyri okkurt, keypt verður. Tað er ein fitt smágenta, og innan fyri diskin stendur ein onnur á leið javngomul genta og avgreiðir hana, meðan Katrin sjálv stendur og fylgir við og vegleiðir.
?Eg havi gjørt av, at dóttirin skal avgreiða fyrsta kundan, sigur hon. Tí ætlanin er, at hetta skal halda fram. Og eg síggi nakað symbolskt í, at hon verður tann fyrsta, sum avgreiðir ein kunda, sigur hon.