Veving er gott handverk fyri blind og sjónveik

Tórun Sumberg, sum er sjónveik, hevur júst fingið handað prógv sum vevari.
Hon metir, at veving er eitt stak gott handverk fyri fólk, sum eru blind og sjónveik

Fyri góðari viku síðani fekk Tórun Sumberg handað prógv sum vevari. Hon er útbúgvin á Blindastovni Føroya og á Blindainstituttinum í Danmark. Í Føroyum hevur hon fingið praktiska undirvísing, meðan hon einaferð um árið í fimm ár, hevur verið niðri í Danmark í tríggjar mánaðar fyri at fáa teoretiska undirvísing.
Tórun er sjónveik. So sjónveik, at hon bara sær eitt sindur við høgra eyga. Men hetta er eingin trupulleiki, og hetta forðar henni ikki í at veva.
? Tað er ongin trupulleiki at veva. Blind kunnu eisini væl veva. Bara ein trupulleiki er, og tað er myndaveving, sigur Tórun Sumberg, sum fekk handað prógv sum vevari fríggjadagin í næst seinastu viku.
? Nógv halda, at veving er hondarbeiði, men tað er tað als ikki. Hevði tað verið eitt hondarbeiði, so hevði eg ikki fingist við tað. Sjálv meti eg, at veving er eitt stak gott handverk fyri blind og sjónveik.
Vevar alt
Uppi á Blindastovninum var fyrst í vikuni ein framsýning við klædnapløggum og øðrum, sum Tórun hevði vevað. Har vóru turriklæði, gardinur, pútur, skjúrt, fyrikløð, anorakkar og nógv, nógv annað.
? Eg vevi alt, og mær dámar tað ógvuliga væl, greiðir Tórun Sumberg frá.
? Nú fari eg at halda fram við at veva og nú fari eg eisini at undirvísa í veving her á blindastovninum.
Tað tekur heili fimm ár at útbúgva seg sum vevara. Tórun byrjaði í september í 1997. Spurd um tað hevur verið strævið, svarar hon:
? Tá tað er yvirstaðið, hevur tað ongantíð verið strævið. Men tá eg hugsi um tað, so hevur tað verið rættiliga strævið at skula hava verið tríggjar mánaðar í Danmark um árið. Men samanumtikið hevur tað ongantíð verið so strævið, at eg havi hugsað um at givist.
Tórun heldur, at tað teoretiska, sum hon hevur tikið niðri í Danmark, er sera spennandi og týdningarmikið.
? Um tú ikki kennir tað teoretiska í vevinum, so klárar tú heldur ikki tað praktiska, sigur hon.
Og tá vit at enda spyrja, um hetta arbeiðið skal vera hennara lívsstarv, svarar hon avgjørd:
? Ja, tað skal tað!