Veturin komin

- Tað verður rættiligt vetrarveður um vikuskiftið, sigur veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen.

Í morgin verður bæði kuldi, kavi og nógvur vindur av útnyrðingi, upp í 20 metrar um sekundið, kanska upp í storm. Tað verða hóast alt hitastig omanfyri frostmarkið, millum 1 og 4 stig.
Seinnapartin minkar hann vindin nakað, og fyrrapartin sunnudagin verður minni vindur, turrveður og kanska sólin kemur fram.
Seinnapartin sunnudagin verður kortini útsynningur við regni og tað verður heldur lýggjari aftur.
Men vikuskiftisveðrið er lítið at tosa um:
- Tað verður satt kavasjask leygardagin, endar Petur Skeel.