Vetrarveðrið hevur verið sera ymiskt teir seinastu dagarnar. Í landnyrðingspartinum av USA hava fleiri túsund hús mist streymin, tí klaki er lagstur á teir elektrisku træðrirnar, so teir eru slitnaðir. Í Eysturríki hava vegamyndugleikarnir úr at gera við at halda vegirnar opnar, tí tað kavar so illa. Har suðuri í Fraklandi og í Italia er áarføri av grimdarregni, soleiðis sum hendan myndin av Tiber-ánni í Rom vísir (Mynd: Polfoto)










