Í nátt var tað so, at veturin kom av álvara. Tað er hált og kavi um alt landið, so Landsverk mælir til at vísa varsemi.
Løgreglan hevur fingið nakrar heilt fáar fráboðanir um ferðsluóhapp, eitt nú á skipanesarleiðini, men talan er ikki um skaðar.
Í Suðuroy er so nógvur kavi, at Bygdaleiðir hildu uppat at koyra, og eitt skifti var ikki koyrandi á Fámjinsvegnum, men hann er opin aftur, tó at koyrilíkindini eru ikki góð.
Í Suðuroy eru eisini skúlar, og annað, avlýst, tí børn og starvsfólk sluppu ikki av húsum, og tað var ikki grivið. Hinvegin eru sera ring líkindi á Gjáarvegnum, sigur Landsverk.
Í Havnini er tað løgna, at tað er rættiliga nógvur kavi á Marknagilsvegnum og aðrastaðni uppi í hæddunum, men niðri í býnum er púra tátt.