"Veturin kemur": Game of Thrones aftur á skíggjan í nátt

Nú er bíðitíðin skjótt liðug, og “veturin kemur”, sum Jon Snow til. Leingi hava fjepparar kring allan heimin bíðað eftir nýggju sesongini av Game of Thrones, men í nátt verður fyrsti partur sendur

 

Klokkan 02 í nátt fer áttanda sesong av spennandi dramarøðini endiliga av bakkastokki, og tá verður fyrsti partur tøkur á stroymingstænastuni hjá HBO. Tá koma vit eitt stig nærri at finna út av, hvør lagnan hjá Jon Snow, Daenerys Targaryen og restini av Westeros verður. 

Game of Thrones er størsta successin nakrantíð hjá HBO, og er yvirhøvur millum populerastu sendirøðirnar, sum nakrantíð hava verið at sæð á sjónvarpsskerminum. Sendirøðin byggir á bøkurnar hjá amerikanska rithøvundanum George R.R. Martin.

##med2##

Game of Thrones samantvinnur uppá ein skilagóðan hátt realismu og fantasy í einum drama, sum blæsir ein um koll ferð aftaná ferð. Røðin viðger nógv ymisk evni og hálar okkum inn í eitt kjak um vald, politikk, samleika, religión, rættvísi og kyn. Fingrarnir verða ið hvussu er ikki lagdir ímillum, tá tað umræður ógvusligar pallmyndir við harðskapi, drápi og sex - her verður einki fjalt og sensurerað.

Game of Thrones hevur við hesum onkursvegna megnað at flutt markið fyri, hvat mann kann loyva sær at vísa á sjónvarpsskerminum fyri almenninginum. Tað verður gjørt á ein so gjøgnumførdan hátt við listarliga flottum upptøkum og einari gjøgnumførdari søgu við vitleysum plott-twistum, sum mann ikki kann annað enn at blíva bergtikin av.