Tað er munur á vetri í Føroyum og í Spania í hesum døgum. Hósdagin og fríggjadagin vóru nýggj hitamet sett fyri januar í Spania. Báðar dagarnar táttaði hitin í 30 stig.
Hósdagin var nýtt spanskt hitamet sett í Valencia, har tey mátaðu 29,7 hitastig. Longu dagin eftir, fríggjadagin, vóru 29,8 hitastig mátað í Alicante, sum liggur nakað sunnanfyri Valencia.
Metið, sum varð tikið hesar báðar dagar, var frá 1982, tá ið 29,2 vóru skrásett í Alicante.
Umframt methitan í Valencia og Alicante var sera heitt nógv aðrastaðni í Spania upp undir vikuskiftið. Í Malaga har suðuri í Spania vóru 27,4 hitastig fríggjadagin, og í feriubýnum Cala Milor á Mallorca kom hitin upp á 26,8 stig.
Hitametið í Spania kemur bert tríggjar vikur eftir, at Spania hevði ringasta kavastorm í fleiri áratíggju. Tann 7. januar var nýtt spanskt kuldamet sett í Léon landslutinum har norðuri í Spania – tá vóru 35,9 kuldastig.











