Vetur og ferðsla

Oddagrein:

Hóast vetrarveðrið ikki er komið fyri seg enn, so er tíðin við at nærkast til at lata seg í og skøða seg til hesa í ferðsluni øðrvísi og eisini vandafullari tíð. Betur fyrivarin enn eftirsnarin er eitt gott orðafelli og sera væl hóskandi fyri veturin sæð í einum ferðsluhøpi.

Hálka, svartakálk og kavi eru alt nakað, sum vit eiga at leggja okkum væl í geyma, tá vit seta okkum í bilin og fara út á alfaraveg. Ymsar eru meiningarnar um, hvussu vit eiga at skøða bilarnar, men so leingi tað er loyvt, so vilja tað vera tey, sum velja píkarnar fyri at kenna seg trygg. Onnur koyra so við heilársdekkum.

Tá samanum kemur so hevur hetta tó nógv fyri at siga alt við tað at gera rætt og slætt at koyra eftir umstøðunum. Hetta er tó lættari sagt enn gjørt fyri mong, sum nærum skulu hava ein kvøkk, áðrenn tey leggja sær hetta nóg væl í geyma, nevniliga at vegirnir eru hálir og tí seta heilt onnur krøv til bilføraran.

Alt hetta eiga vit at taka hædd fyri og líkasum innstilla koyriradaran av nýggjum. Hetta sjálvandi fyri okkara egna tryggleika men ikki minst fyri onnur, sum antin koyra ella eru til gongu í ferðsluni. Eisini og ikki minst bussførarar, sum hava ábygdina av mongum fólkum í sínum arbeiði, eina geva øllum hesum ans. Vit kunnu so bara fegnast um, at so fáar álvarssamar vanlukkur hava verið á lands- og bygdavegunum í kollektivu ferðsluni. Hesum kunnu vit so takka vælskøddum bussum og hegni bussførarans fyri.

Tey, sum eru til gongu, mugu so sanniliga eisini geva sær fær um broyttu árstíðirnar, og her kemur eisini myrkur inn í myndina. Og her eru ráðini eittans: at brúka endurskyn. Nú hetta kæra og vælvalda orðið hevur fingið pláss í málinum, er bara at vóna, at tað eisini fær pláss í okkara hugaheimi, soleiðis at tað er tað mest náttúrliga ting verðini at hava enduskyn á okkara pløggum. Her ikki minst at læra børnini og tey smáu, at endurskyn er og skal vera ein náttúrligur partur av klæðunum, tá tey ferðast úti, har akfør eru. Hetta kann ikki sigast ov oftani, og nú rúsdrekkalógin varð broytt til at tú so gott sum einki kann drekka koyrir tú bil, so átti kanska at verið lóggivið um, at børn og ung sum eitt minstamark skulu bera endurskyn. Er hetta ikki bara ein spurningur um at broyta hugburð!

Hóast vit enn kunnu gleðast um sólstrálurnar, sum kaga niður millum skýggini, so vita vit, at veturin við hálku og kava nærkast. Hetta er ein veruleiki, sum vit tí eisini mugu til at fyrihalda okkum til – at liva og bera okkum at eftir broyttu umstøðunum.

Ein vetur uttan óhapp og vanlukkur í ferðsluni er ein gáva til okkum øll. Latið okkum geva hvør øðrum hesa gávu.