Vanliga skulu fólk í amerikanska statinum Kalifornia einar 2.000 metrar niðan í fjøllini fyri at koma niðan til kavan, men teir seinastu dagarnar hevur kavin ligið heilt oman at 500 metrum í fjøllunum í landnyrðing úr Los Angeles.
Veðurtænastan í Santa Clarita-dalinum sigur, at har var kavin einar fimm centimetrar tjúukur, og hetta er fyrsti kavin har síðani desember í 2009.
Orsøkin til, at veðurtænastan sigur ?einar fimm centimetrar? er, at tænastan hevur ikki útgerð, sum mátar, hvussu nógvur kavi er komin niður. Tað kemst av, at veðurtænastan hevur ikki hildið tað verið neyðugt at hava tílíka útgerð, tí tað er so sjáldan, at tað kavar har, sigur TV2.