Dagur dettur av degi, og nú restar lítið í, inntil sólin aftur fer at hækka á luftini. Náttin millum 21. og 22. desember er tann longsta. Tá er sólin hægst á luftini hjá teimum sunnanfyri ekvator ella linjuna, sum vit plaga at siga, og tá stendur hon lægst á luftini her hjá okkum á norðaru hálvkúlu.
Hon stendur lágt og tíðligani skýmir, hundurin burtur úr túninum rýmir og inni situr kúrandi Óli, tók Hans Andreas Djurhuus til.
Hóast hon stendur lágt, so kennist tað fjálgt at síggja hana, og vónirnar birtast um, at eftir jólini og ofta køldu og buldraligu januar og februar fer tað aftur at vára, og um eitt stórt hálvt ár verður aftur jóansøka.
Janus Djurhuus eigur eina yrking, sum hann nevnir Vetrarsól. Yrkingin var fyrstu ferð frammi upp undir jól í 1943 ella fyri júst 70 árum síðani. Hon var fyrstu ferð at síggja í jólablaðnum Jólastjørnan. Hetta jólablaðið kom út fyrstu ferð í 1942, og tað varð útgivið fram til og við 1973. Tey seinnu árini var tað Nýggi Bókhandil, sum var útgevari.
Tey fyrru árini var tað Norrønu Forlagið, sum gav út. Menninir handan hetta felagið vóru Christian Christiansen ella Kissa, sum hann varð nevndur, og svágur hansara, Petur W. Háberg.
Umframt at geva Jólastjørnuna út, gav felagið fleiri bøkur út. Eitt nú Bumbur yvir Føroyar: Føroyar undir enskari herseting, sum kom út longu í 1946.
Í Jólastjørnuni fyri 70 árum síðani eigur J. H. O. Djurhuus hesa yrkingina, sum so mangan verður sipað til, og sum tað so mangan verður tikið til hesa ársins tíðina, tá ið sólin tíðliga á degnum er á veg í kav og sást roða so vakurt á luftini
Í hesi vikuni hevur ikki verið so nógv at sæð til sólina, men fleiri dagar í síðstu viku, tá ið henda myndin varð tikin, sást vetrarsólin.