Stórt hugnaligt tiltak verður í miðbýnum í morgin leygardagin. Tað er VisitTórshavn, sum skipar fyri átakinum, hesaferð sum eina roynd, tí ætlanin er, at átakið "Vetrarljós" skal verða árliga afturvendandi.
Leygardagin 1. februar verður tiltakið Vetrarljós 2014. Í stuttum er tað dagurin vit sløkkja jólaljósini og bjóða ljósari tíðum vælkomnum við tónleiki í handlum, á stovnum og við tiltøkum annars. Í hesum sambandi hava handlar í býnum opið til kl. 21.00 henda leygardagin.
Tónleikarar fara at framføra í ymiskum bygningum kring miðbýin.
Ísvøllurin verður ljósprýddur við ymsum litum eins og á nýggjárinum fyri einum ári síðani. Somuleiðis er møguligt at royna síni kynstur á vøllinum afturvið tónleiki úr hátalarunum fyri seinastu ferð í hesum sambandi. Hetta varar til kl. 22.00, tá Ísvøllurin letur aftur.
Teresa Kreutzmann, leiðari av VisitTórshavn var í morgunsendingini á Rás2 í morgun. Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra tað, sum Teresa hevði at siga um tiltakið "Vetrarljós".