Vetrarjazz festivalurin er fyri framman og festivalurin tjóvstartar í morgin í TUTL. TUTL bjóðar í morgin til framførslu í eina tíma frá Headace Blues Treo við Debes og Reinert Debes á Káta Horninum.
Vetrarjazzurin heldur síðani áfram í Norðurlandahúsinum kl. 19.30 og í Havnar Klubba kl. 20.30.
Íalt verða 10 konsertir í ársins Vetrarjazzi, sum verður fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Sí skrá á www.havnarjazzfelag.org