Vetrarjassekstrakt í Mentanarhúsinum

Felags fyri nøvnini, ið framføra er, at tey øll hava manningar úr ymsum norðurlendskum londum

Vikuskiftið 25. - 26. januar spennir Mentanarhúsið í Fuglafirði seg út við ikki færri enn tveimum spennandi Puls konsertum. Felags fyri tey trý nøvnini, ið framføra er, at tey øll hava manningar úr fleiri ymsum norðurlendskum o.ø. londum.

 

Fríggjakvøldið 25. januar eru tað IKI og Josef Zachariassen Kvartet, ið fara á pallin. Virðislønta orkestrið IKI er samansett av 5 songkvinnum úr Danmark, Norra og Finlandi. IKI fær íblástur úr tónleikagreinunum popp, klassiskum, jazz og avantgarde. Josef Zachariassen Kvartett er mannað av Jósef Zachariassen, Olga Amelchenko, Amund Kleppan, og Vidar Starheimsæter. Kvartettin spælir kompositiónir eftir føroyska Jósefi.

 

Leygarkvøldið 26. januar framføra Afenginn útgávukonsert í sambandi við nýggju útgávuna Klingra, ið kemur út í næstum. Manningin á útgávuni og konsertini er samansett av norðurlendskum tónleikarum, og telir eisini føroyskar tónleikarar.Tað er finnin Kim Nyberg, sum er komponistur. Kim Nyberg komponerar oftast kenslubornan instrumentalan tónleik, og á nýggju útgávuni, hevur hann sligið seg saman við Dánjali á Neystabø, sum hevur skrivað tekstirnar.

 

Sum heild má sigast at Klingra hevur ein føroyskan dám. Tekstirnir eru á føroyskum og stórur partur av tónleikinum er skrivaður og innspældur í Føroyum av føroyskum tónleikarum. Seinasta útgávan hjá Afenginn “Opus” vann heili 4 Danish Music Award-statuettir.