Eg var á borgarafundi tann 10. mars, har tað millum annað kom fram, at kommunan skal vetrarfriða bygdir sum Oyndarfjørð, Funning, Funningsbotn og Elduvík. Eg forstandi ikki heilt hví, tí seyðurin er ein partur av bygdalívinum. Hóast vit vetrarfriða, so sleppa vit ikki av við seyðin. Prógvini fyri tí eru at síggja beint her í Runavík, har tað er vetrarfriðað, men seyðurin gongur á traðunum alt árið.
Hvat er vetrarfriðing?
Eftir avgomlum lógum eigur seyðurin rættin til bitið innangarðs frá mitt í oktober til mitt í mai. Hetta betýðir, at eitt grundstykki í eini bygd, sum ikki er vetrarfriðað, ikki má hegnast inni um veturin, tí seyðurin eigur bitið. Eftir serligum reglum í Gráu bók ber til at fáa avloyst vetrarfriðingina fyri ávís økir – móti erstatningi. Tað vil siga, at eigarin av einum ávísum stykki rindar haganum fyri at sleppa undan at hava seyðin inni á stykkinum um veturin; um summarið skal seyðurin eftir lógini vera uttangarðs.
Vetrarfriðing av Havnini
Havnin var illa plágað av seyði, fólk høvdu fingið sær havar, og kommunan var kanska farin at planta okkurt. Men ólukkutíð, seyðurin átti rættin til vetrarbitið, og tí, vetrarbitinum, vildu bøndurnir ikki sleppa, teir kundu jú fáa skattafrían erstatning, sjálvt um teir í veruleikanum onki høvdu mist. Hvussu kann mann missa nakað við einum virki, sum altíð hevur undirskot?
Tað, sum Tórshavnar kommuna gjørdi, var í veruleikanum eitt kunstgreb, har hon vetrarfriðaði alt innanfyri eitt ávíst øki uttan at eiga tað. Modellið gongur út upp á, at kommunan rindar erstatning til hagan fyri alt lendið, sum er innanfyri tað vetrarfriðaða økið, uttan mun til hvør eigur.
Tórshavnar kommuna er fíggjarliga sterk, so møguleikin fyri at gera mistøk er stórur, og hetta var eitt av teimum heilt stóru. Men tað var praktiskt, og vit dyrka tað praktiska, helst tí tað er so ópraktiskt at búgva her.
Hetta kunstgrebið er síðani gjørt í fleiri øðrum kommunum: Runavík, Klaksvík, Hósvík og helst øðrum við. Tórshavnar kommuna hevur kortini ikki vetrarfriðað Kollafjørð, tað kostar helst alt for nógv. Ella hevur kommunan innsæð tað meiningsleysa í vetrarfriðing?
Hóast tað eru eini 40 ár síðani, hetta hendi, so er ongin broyting í lógini, sum ger tað møguligt hjá kommunum, bæði at vetrarfriða, fáa seyðin av bønum og leggja útreiðslurnar á ognina. Tí er seyður eitt tað fyrsta, ið mann sær í bygdini Tórshavn. Munurin er bara, at fyrr fór seyðurin av bønum um summarið, nú gongur hann har alt árið upp á rokning hjá kommununi – og annars stoppfóðrarður við íslendskum grasperlum.
Vetrarfriðing av smábygdunum í Runavíkar kommunu
Nú er tað soleiðis, at tú skalt ikki búgva í kommununi fyri at hava ognir í henni. Fyri smábygdirnar er tað galdandi, at ein stórur partur av ognunum hoyra til eigarar, sum búgva heilt aðrastaðni. Fer kommunan inn at vetrarfriða hesar bygdirnar, so átekur hon sær útreiðslur fyri eigarar, sum onki hava við kommununa at gera. Hví skulu skattaborgarar í Runavík gera tað?
Við verandi lóggávu er tað burturvið at vetrarfriða bygdir sum Funning, Elduvík, Funningsbotn og Oyndarfjørd, tí seyðurin fer ikki av bønum. Bøurin skal slett ikki brúkast til hoygging, tí ongi neyt eru at eta hoyggið. Innangarðsognirnar kunnu betala fyri eitt hegn um bygdina, og tey, sum vilja hava seyð á bønum, mugu so sjálvi hegna rundan um tey stykkini. Kravið skal bara vera, at seyðurin er ikki til ampa fyri okkum hini.