Vetrarfriðing ella vegbungur, hmm...

Annika Sølvará
Stjóri fyri Granskingarráðið
----


Tað sæst á talinum á lesarabrøvum og vinarumbønum á Facebook at kommunuvalið nærkast. Lyftini og hugskotini tróta ikki: gott samstarv, vetrarfriðing, barnakekkar, kirkjugarð, vegbungur, you name it.
Hvønn skal eg so velja og hví. Eru tað flottu vallyftini, sum fáa meg at velja eitt ávíst valevni? Nei, og tað hevur tað ongantíð verið. Eg trúgvi – vóni í øllum førum – eisini, at soleiðis er tað hjá meirilutanum av veljarum. Vit velja tey fólkini, sum vit hava álit á, sum vit halda líkjast okkum og sum hava nøkulunda somu virðir og hugsanir sum vit sjálvi. Vit velja tey, sum vit hava sæð gjørt eitt gott arbeiði frammanundan, antin sum politikarar ella í øðrum starvi. Vit velja teir politikarar frá, sum til seinasta val lovaðu eina rúgvu, gloymdu alt um hetta í 3 ½ ár fyri síðani at lova aftur nú seinastu tíðina. Alt annað vildi verið ábyrgdarleyst av okkum.
Til hvørt einasta val havi eg ein luksustrupulleika. Stóri spurningurin hjá mær er, hvørja av teimum nógvu góðu kvinnunum, sum eru uppstillaðar, eg skal velja. Ja, tí eg velji sjálvandi altíð eina kvinnu. Eg hugsi sum Elin Winther Poulsen segði í sendingini Pressan í farnu viku, at hon altíð fyrst ringdi til kvinnur, tá hon vildi hava onkran at úttala seg um okkurt. Hon helt seg ikki kunna vænta, at hennara miðaldrandi mannligu starvsfelagar skuldu syrgja fyri, at kvinnur sluppu framat. So hóast tað ideelt sæð skuldi verið so, at bæði kyn valdu bæði kyn, so mugu vit kvinnur nokk viðurkenna, at høvuðsábyrgdin her liggur á okkum.
“Eg ætli mær ikki at velja eina kvinnu, bara tí hon er kvinna”, hoyrist meira enn so. Tað kundi eg væl funnið uppá, hví ikki? Eg ivist ikki í, at nógvir menn eru valdir uttan betri grundgeving enn hetta: “Eg velji hann, tí at hann er úr Klaksvík ella tí hann er systkinabarn mítt ella tí at vit í okkara familju hava altíð valt xx” . Yvirhøvur einki um, hvat hann hevur avrikað ella hvørt sannlíki eru fyri, at hann fer at avrika.
Men tað er nú ikki “bara” tí, at eg konsekvent velji kvinnur. Tað er tí, at eg haldi, at tað er neyðugt og rætt at hava politikarar av báðum kynum har, sum avgerðirnar skulu takast. Harafturat og minst líka so týdningarmikið er tað, at eg frá tí eg havi sæð og hoyrt úr politiski skipanini veit, at flestu kvinnuligu politikararnir raðfesta politiska starvið sera høgt, og arbeiða bæði meira miðvíst og heilhjartað við teimum málum, sum hava týdning fyri meg. Eg haldi snøgt sagt, at miðal kvinnuligi politikarin er betri enn miðal mannligi politikarin.
Kvinnan má sjálvandi eisini vera á rætta listanum. Tað nyttar lítið hjá mær at velja eina á einum ávísum lista, um størstu sannlíkindini eru fyri, at onnur valevni – les: onkur stokkonservativur maður – koma inn í staðin. Tað havi eg roynt nakrar ferðir og tað ætli eg mær ikki at gera aftur við vilja.
Beint nú er uppstilling á skránni. Fyri at sleppa at velja eitt gott umboð krevst, at røttu fólkini sleppa á listarnar og síðani, at vit geva teimum álit. Vilja vit hava ávirkan á kommunalpolitikkin komandi fýra árini, kunnu vit vera við til at tryggja at tey umboðini, sum vit gjarna síggja í bý- og bygdaráðunum koma á røttu uppstillingarlistarnar.
Vit eiga atkvøðuna, vit eiga avgerðina og vit eiga ábyrgdina. Vit fáa teir politikarar vit sjálvi velja.