Inga Hlín Pálsdóttir, stjóri á Promote Iceland, hevur latið seg bergtaka av nýggja lýsingarfilminum hjá Visit Faroe Islands.
- Eg haldi ein av styrkjunum í filminum hjá Visit Faroe Islands er, at hann spælir so nógv upp á kenslurnar. Hatta er ein fantastiskur filmur, sigur Inga Hlín Pálsdóttir.
- Filmurin lýsir avbera væl tað fjølbroytni, Føroyar hava at bjóða, samstundis sum hann gevur eitt avbera gott yvirlit yvir, hvat tann ferðandi kann uppliva, heldur hon.
- Ein vaksandi partur av teimum ferðandi eru tey, sum ferðast fyri at slappa av ella at hava tað gott. Tey ferðast fyri at uppliva vælveru. Vit ynskja øll at hava tað gott. Og at síggja hesar vøkru náttúrumyndirnar, samstundis sum sangarin syngur “I’m leaving all my sorrow,” ger, at eg havi hug at fara hagar. Eg vil leggja allar mínar sorgir aftur um meg og fara til Føroya at slappa av, sigur Inga Hlín Pálsdóttir.
Inga Hlín Pálsdóttir sigur annars, at samstarvið millum íslendsku, føroysku og grønlendsku ferðavinnuna er batnað seinastu árini.
- Ígjøgnum NATA er samstarvið blivið betri. Vit læra at síggja hvønn annan sum samstarvsfelagar heldur enn kappingarneytar. Vit eru nú byrjaði at samstarva meiri um at náa nýggjar fjarliggandi marknaðir, so sum Asia, sigur Inga Hlín Pálsdóttir.









