Veteranur er aftur á ÍF liðnum

Bæði á ÍF og NSÍ liðnum eru fleiri broytingar

Klokkan 18.30 verður fyrsta bríksl í Fløtugerði í Fuglafirði, har tað verður oyggjauppgerð millum ÍF og NSÍ. Hetta er úrsettur dystur frá 15. umfari. Hann var útsettur, tí NSÍ var upptikið av europeisku kappingini.

Bæði liðini eru broytt sammett við uppstillingarnar, sum tey vóru í um vikuskiftið.

Hjá ÍF avloysa veteranurin Høgni Zachariassen, Ari Ó. Ellingsgaard og Sverri Ellingsgaard Holgar Durhuus,  Milan Svojic og Pól Jákup Lundsbjerg..

Hjá NSÍ avloysa Búi Egilsson, sum var leikbannaður ímóti HB, Betuel Hansen og Øssur Dalbúð leikbannaðu Petur Knudsen og Bárð J. Hansen og Jann Martin Mortensen. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at Øssur Dalbúð er millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ.

Um tað eydnast NSÍ at vinna fulla úrtøku, so verður NSÍ topplið. Í løtuni hevur NSÍ 36 stig, og KÍ og B36 hava 38 stig. NSÍ og KÍ hava spælt 16 dystir, og B36 hevur spælt 17 dystir.

ÍF er aftast við fimm stigum. Tað eru fýra stig fram til EB/Streym, sum hevur spælt 18 dystir, meðan ÍF hevur spælt 17 dystir. 

 

FM1 sigur frá gongdini í Fuglafirði, og tað ber eisini til at fylgja við her á in.fo

https://www.in.fo/matches/?