Vetaranar hálaðir fram

Bæði hjá StÍF og Kyndli vórðu veteranar togaðir fram í royndini at toga seg nærri oddinum

Hjá báðum liðum var talan um støðu, har tað mátti røkka ella støkka. Kappingin er skjótt hálvrunnin, og með­an VÍF, KÍF og H71 hava fing­ið ferð í kapprenningini um finalu­plássini, so hevur gingið verri hjá StÍF og Kyndli.
Ikki minst varð undan kapp­ingarárinum roknað við, at Kyndil hevði eitt gott lið í vetur, men dystirnir hava prógvað, at tað ikki altíð er fólkið á pappírinum, sum er avgerandi.
Undan vikuskiftinum boð­aði Kyndil frá, at teir hava leitað sær styrk bæði á og uttan fyri vøllin, nú Geir Wardum er vorðin partur av venjaratoyminum, meðan Hørður Fannar Sigthórsson aftur verður at síggja á strik­uni, tá hann er komin seg eftir skaða.
Sunnudagin høvdu teir eisini leitað Bárð Johannesen, sum júst er farin um tey 40, fram, men hóast Bárður hevur vilja sum fáur, og á tann hátt er framúr til at eggja viðspælarum, so gav ikki sigurin, sum vónirnar vóru til.
Stigini vórðu nevnliga eftir hjá heimaliðnum, sum eisini hevði leitað aftur á gamlar slóðir. Millum spæl­arar­nar á vøllinum vóru nevn­liga Leivur Justinussen og Pauli G. Hansen, og saman við lið­feløgunum megnaðu teir at toga annan sigurin á rað til høldar.
Lyklaspælarin var sum ikki einaferð Sveinur Justinussen, men hóast Kyndil fór út í mansverju, so megn­aðu hinir á liðnum eisini at lyfta uppgávuna, og tað bar við sær, at Kyndil misti takið, sum teir annars høvdu havt á dystinum.
Við sigrinum hevur StÍF framvegis møguleikan at blanda seg í oddastríðið. Men um so verður, fæst helst ein ábending um, tá teir taka móti KÍF næstu ferð. Kyndil tykist hinvegin vera um at missa takið, og tað var ikki tað, sum lá í kortunum, tá kappingarárið byrjaði.

- - -

StÍF - Kyndil 29-26 (12-15)
10 min: 6-5
20 min: 9-11
40 min: 18-17
50 min: 23-21

StÍF: Sveinur Justinusen 6, Fríði R. Djurhuus 5, Marius Joensen 5, Allan Norðberg 4, Borgar Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Kjartan Johansen 1, Pauli G. Hansen 1, Leivur Justinusen 1
Kyndil: David Edvardsen 8, Bjarni Sørensen 7, Høgni Klein Olsen 4, Finnur Hansson 4, Josef Abrahamsen 3(1)
Brotskøst: StÍF 1/0, Kyndil 2/1
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 2