Fiskiveiðieftirlitið hevur gjørt av, at Vesturvarði og Vesturskin skulu missa fiskiloyvið í 14 dagar, men tað góðtaka skipararnir ikki. Tí fer málið í Føroya rætt, har tað ætlandi kemur til viðgerðar í morgin. Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
Tjaldrið tók teir báðar partrolararnar fríggjadagin fyri at royna á einari stongdari leið á Fugloyarbankanum, og skipini komu á Havnina sama kvøld.
Vesturvarði og Vesturskin, sum vórðu keyptir til Sørvágs fyri stuttum, sleppa ikki til fiskiskap fyrr enn aftan á rættarfundin.