Vesturvarði laðaður uppaftur

Ein av gomlu varðunum í Havnini er nú laðaður upp aftur, eftir at tíðarinnar tonn hevði sett síni spor. Aftaná at hava fingið loyvi frá fornminnismyndugleikanum at laða varðan uppaftur, hevur býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu í samstarv við Hjálpirót laðað varðan uppaftur. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.


- Vestanfyri Havnina sæst ein stórur varði, sum dagar undan sýnini á 222 m høga fjallinum "Fjallið", sum liggur millum Kirkjubøreyn (351 m) og Húsareyn (345 m). Varðin nevnist Vesturvarði, skrivar Umhvørvisstovan um varðan og heldur fram.


- Hvussu gamal hesin varði er, vita eingin at siga, men í øllum førum er hann frá áðrenn ár 1900, tí hann er vístur á teimum fyrstu máliborðsbløðunum, sum eru uppmáld í 1895-1896.


Upplýst verður, at um ein stendur við Havnar kirkju og hyggur eftir Vesturvarða, ið er staddur 62˚00,58’ N í WGS84, so hyggur ein í beinan vestan.