Vesturvón gjørdist sjórænaraskip

Siðsøgan í Sosialinum hetta vikuskiftið er um tann fyrra trolaran Vesturvón. Henda søgan er aktueil í hesum døgum í samband við bókina um hetta skip, sum júst er komin út, skrivað av Jan Erik Simonsen. Hann er ógvuliga áhugaður fyri skipum og stendur fyri heimasíðuni www.vagaskip.dk

Vesturvón hevur eina áhugaverda søgu. Saman við Stellutrolarunum var hann í 1969 ein rættilig nýhugsan  ikki minst tí at  nú var saltfiskurin sleptur, og flakaskering og frysting umborð gjørdist framtíðin.

Bókin hevur eina gjølla lýsing av gongdini hjá Vesturvón og áhugaverdar samrøður við fólk sum varaðu av skipinum, eisini fleiri av manningini.

Nógv verður eisini gjørt við søguna hjá Vesturvón, eftir at skipið fór í Føroyum.

– Tá gjørdist Vesturvón ein nógv jagstraður veiðutjóvur, og hetta endaði við, at manningin søkti skipið. Hetta er spennandi lesnaður, skrivar Óli Jacobsen í Siðsøguni í Sosialinum hesaferð.

Blaðið fæst í leysasølu kring landið og kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##