Brimil kom um middagsleitið leygardagin á Havnina við partrolaranum Vesturtúgvu.
- Vesturtúgva boðaði fríggjakvøldið frá, at eldur var í maskinrúminum. Teir vóru tá staddir einar 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni.
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at manningin kláraði sjálv at sløkkja eldin við at útloysa halonsikipanina til maskinrúmið.
Tá Brimil kom til Vesturtúgvu, tóku teir trolweirin og trolvektina inn fyri skipið, tí Vesturtúgva hevði trolið úti, tá óhappið hendi.
- Vit settu síðan fast á Vesturtúgvu og sleipaðu skipið til Havnar.
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at nakað av skaða er í maskinrúminum, og roykskaði er um alt skipið.
Vesturtúgva partrolar saman við Grønanesi.