Vesturstova skal útbyggjast og dagførast

Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt eina heildarætlan fyri útbygging av Vesturstovu, sum er eldrasambýli í Fuglafirði.

 

 

Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt eina heildarætlan fyri útbygging av Vesturstovu, sum er eldrasambýli í Fuglafirði.

- Henda ætlan er deild í tríggjar partar, har fyrsti partur er stovubygningur í tveimum hæddum. Annar partur er 1. byggistig, sum er útbygging til fýra búrúm v.m. Síðan er tað triði partur, sum er 2. byggistig, ið fevnir um betran av verandi viðurskiftum og veitan og uppsetan av svala.

Tað vita tey í Fuglafjarðar kommunu at siga. Lagt verður aftrat, at arbeiðið, sum nú er í gongd,  er stovubygningur og 1. byggistig.

- Stovubygningurin verður bygdur omanfrá verandi stovu. Í kjallaranum verður havastova, í erva verður ein hugnalig stova við góðum útsýni í fleiri ættir.

Um 1. byggistig verður sagt, at hetta fevnir um útbygging í tveimum hæddum á eystursíðuni á Vesturstovu. Í erva verða fýra búrúm við egnum vesi/bað, umframt ein góð sjónvarpsstova og við góðum útsýni. Úr gongini verður úthurð út til parkeringsplássið eystan fyri, og hetta verður gjørt fyri at hava eina trygga rímingarleið.

Í kjallaranum í Vesturstovu er eitt stórt rúm undir búrúmunum, har kloakk verður løgd, og kjallaragólv verður stoypt. Í partinum undir sjónvarpsstovuni verður eitt veitsluhøli. Hetta verður lagt saman við verandi køki í neðra. Her verður pláss til umleið 40 fólk at sita til borðs. Hetta rúm kann brúkast til ymisk endamál, eitt nú føðingardagar, ella tá kista skal av Vesturstovu.

- 2. byggistig fevnir í høvuðsheitum um betran av arbeiðsumstøðum og betran av gomlum búrúmum. Tá 1. byggistig er liðugt verða tað framvegis trý búrúm, ið ikki hava sítt egna vesi/bað, men hesi hava í staðin eitt felags vesi/bað.

Sagt verður í frágreiðing um útbygging og dagføring av Vesturstovu, at tvey búrúm skulu í nýggja kjallaran, og her verða góðar umstøður við vesi/bað. Triðja búrúmið fær felags vesi/bað, men til egna nýtslu.

- Í dag er einki starvsfólkarúm, og tí fara starvsfólkini í køkin í steðginum. Skrivstovan er lítil og avsíðis. Har tvey gomul búrúm vóru, verða skrivstova og starvsfólkarúm gjørd, og hesi liggja eisini væl fyri miðskeiðis í bygninginum.

Lagt verður aftrat, at í ovaru síðu í kjallaranum verða ymisk rúm gjørd, sum eitt nú goymsla, rúm til tøkni/húsavørð og eitt skolirúm, har starvsfólkini kunna skolda tað, ið tørvur er á at skolda.

- Til seinast verður svali gjørdur út frá stovuni í erva. Svalin verður samanbygdur við terassuna vestan fyri Vesturstovu, og hetta ger, at búfólkini frítt kunna fara út á svalan og inn aftur eystan fyri ella øvut, verður sagt í frágreiðingini.