Vesturstova latin upp

Góðir dreymar ganga út í Fuglafirði. Í vikuni verður longu fullsett í erva í Vesturstovu, nýggja sambýlinum í býnum. Seinni fara 6 fólk afturat at búseta seg í neðra í snotuligu húsunum, ið eisini fara at bjóða eldri og tarnaðum umlætting

Mánadagin hin 28. juni 1999 fluttu fyrstu fólkini í spildurnýggja eldrasambýlið í Fløtugerði í Fuglafirði. Tey vera níggju fólk, ið eru millum 83 og 98 ára gomul, sum í fyrstu syftu fara at búleikast í Vesturstovu, sum sambýlið er doypt.

Fuglfirðingar eru slóðbrótarar á eldraøkinum. Longu fyri fimtan árum síðani fluttu nakrir eldi fuglfirðingar í sambýlið norðuri í Gerði, og tað er úr hesum húsum, búfólkið í nýggju Vesturstovu er flutt. Hóast flytingina, gleppa gomlu húsini ikki av hondum teirra eldru; í teimum verður nú dagtilhald.


Greytur og andakt kristiliga býtt

Rættur gleðisrómur var í Vesturstovu mánadagin. Tey fimm búfólkini fóru at fáa sær rísgreyt, tá Sosialurin stakk inn á gólvið. Men smakkgóði spónamaturin hevði onki samband við hátíðarhaldið; rísgreytin, ið onnur seta í samband við jólini; ja, hann býta tey eldru í Fuglafirði so kristiliga ímillum sín, hvønn mánadag í árinum?

Somuleiðis verður andakt hildin hvørt mánakvøld. Og duga tey í Vesturstovu væl at býta greytin ímíllum sín, má sigast at tey ikki duga verri, tá talan er um at geva hvørjum sítt í andaligum høpi: Brøðrasamkoman og Heimamissiónin skiftast nevniliga ímillum at skipa fyri hesum bønastundum.


Rúmsátt í Vesturstovu

Sum vera man, fegnast starvsfólki í Vesturstovu um nýggju hølini. Tey ásanna, at tørvurin hevur verið stórur, men samstundis gera tey í takksemi vart við, at tey ið ráða fyri borgum í kommununi hava víst teimum eldru ans, og hava verið tilvitað um tørv teirra á felagsbýli.

Í Vesturstovu eru 5 einakømur og tvinni tvíkømur. Pláss er sostatt í fyrsta umfari fyri níggju búfólkum. Sum frálíður, tá kjallarin verður innrættaður, verður pláss fyri 15 í Vesturstovu. Eitt pláss verður til umlætting.

Ikki minni enn tvær uppihaldsstovur eru í húsunum. Ein stór stova við stórum gluggum, ið venda omaneftir móti barnagarðinum niðanfyri, meðan sjónvarpsstova er í eystara enda. Serliga stóra køkin við teimum mongu hentleikunum, fegnaðust tær fimm, ið vóru til arbeiðis seinnapartin mánadag, um.

Tey fimm starsfólkini, sum gleddust við teimum eldru á innflytingardegnum, vóru: Anita Mortensen, Jastrid Petersen, Tóra Christiansen, Margareth Johannesen og Hildigarð Djurhuus.

Eldru búfólkini, somuleiðis fimm tali, ið gingu á odda innum gáttina á spildurnýggu Vesturstovu, vóru: Olga Joensen, Magda Bjarnastein, Petrina Hansen Johan Marius Olsen og Edith Mortensen.

Sosialurin ynskir starvsfólki og búfólki hjartaliga tillukku við Vesturstovu.


Myndir: Jens Kristian Vang