Vesturskin kom á Sørvág um 10-tíðina í morgun, teir komu úr Scrabster. Vesturskin hevur henda túrin verið í Scrabster við veiðuni. Teir høvdu um 90000 pund, harav triðingurin var toskur, eisini høvdu teir fitt av havtasku. Vesturskin seldi fyri uml. 700.000,-kr.
Vesturskin hevur roynt vestanfyri, teir fiskaðu í eina viku.
Beinanvegin teir komu á Sørvág í morgun, fóru teir at gera klárt til nýggjan túr, teir skulu hava ís, olju, proviant og nýggj kør umborð.
Væntandi sigla teir aftur seinnapartin í dag.










