Skipakeyp
Vesturland er nú aftur skrásett í Hósvík. Tað er felagið Thor, sum hevur keypt skipið frá Kristiani J. Jacobsen á Eiði.
Gunnbjørn Joensen, reiðari, sigur, at skipið fer framhaldandi at fiska havtasku við gørnum undir Føroyum. Tað hevur gingið hampiliga væl við tí fiskiskapinum, og teir vænta, at tað fer at halda við. Mestsum alt fólkið fylgir við skipinum. Tó verður nýggjur skipari, sigur Gunnbjørn Joensen. Hann hevur ikki hug at siga, hvat skipið kostaði, nú tað varð keypt til Hósvíkar.
Vesturland er smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju í 1970 og varð tá skrásett í Hósvík. Tá var skipið merkt VN 307, og nú tað er afutr komið til Hósvíkar, fær tað sama nummarið, sigur Gunnbjrøn Joensen.
?Hetta er líkasum eitt sindur av søgu, sigur hann, tí Vesturland er vist einasta skip, sum í nýggjari tí er smíðað til Hósvíkar.
Reiðaríð hjá Vesturlandi, Thor, hevur við Vesturlandi átta skip í vinnu. Seks eru í frálandavinnuni, meðan eitt teirra, sum eisini eitur thor, roynir við gørnum eftir svartkalva undir Føroyum.
Partafelagið Thor fer í næstu viku at flyta í nýggj høli á havnarlagnum í Hósvík. Felagið hevur bygt ein nýggjan bygning, sum fer at hýsa bæði skrivstovuni umramt goymslurúmum.