Maria Zakharova, sum er talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum, sigur í dag, at tað er vesturheimurin, sum biðir stjórnina í Ukraina leypa á russisk mál.
Tað skrivar Reuters, sum endurgevur eitt tíðindaskriv hjá henni, har hon sigur, at hetta er tað, sum Russland heldur.
Russiska talskvinnan vísir á álvarsligu ávaringarnar, sum forseti landsins, Vladimir Putin, er komin við, har hann hevur hótt við álvarsligum avleiðingum.
Tað var í gjár, at russiski forsetin - enn einaferð - hótti við, at Russland eigur amboð at brúka, um álop verða framd á russiskt øki.