Vesturhavið fekk um skrúvuna

Kavarar frá Brimli skóru av aftur

Fyrrapartin í gjár, boðaði línuskipið Vesturhavið frá, at teir høvdu fingið um skrúvuna, teir vóru vestanfyri.

 

Vørn sigur, at Brimil kom til Vesturhavið um tveytíðina seinnapartin, og skipini komu á Havnina ígjárkvøld.

 

Kavarar frá Brimli skóru av skrúvuni, síðani fór Vesturhavið aftur til fiskarí.

 

Myndirnar eru frá Vørn.