Vesturbúgvin við 230.000 pundum av gullaksi

- Vit vænta, at skipini gera ein ella tveir túrar aftrat, sigur Albert Ellefsen, virkisleiðari

Fiskivinna

Vesturbúgvin, sum partrolarar eftir gullaksi saman við Eysturbúgvanum, landaði 230.000 pund av gullaksi til Fiskavirking í Miðvági síðsta sunnukvøld. Eysturbúgvin, sum hevði á leið tað sama sum Vesturbúgvin, landaði hjá P/F Beta í Saltangará.
Í Miðvági hava tey eisini arbeitt hýsu hesa vikuna, sum virkið hevur keypt á uppboðssølu.
Albert Ellefsen, virkisleiðari, sigur, at tað hevur loyst seg at arbeitt gullaks í summar, men nú fer tíðin at halla.
- Vit vænta, at skipini gera ein ella tveir túrar aftrat; so verður ikki meira gullaksur í ár, sigur hann.